Russar skulu drekka minni

Tá fólk koma saman til eitt ella annað í Russlandi, er tað at kalla vanligt, at ein ella fleiri fløskur av vodka koma á borðið. Men soleiðis eigur tað ikki at vera, og í øllum førum skulu russar drekka minni.

Tað siga myndugleikarnir, og ein av oddamonnunum fyri átakinum er forsætisráðharrin, Vladimir Putin.

Hann hevur sett sær fyri, at russar skulu drekka helvtina minni enn nú. Tað skal millum annað gerast við at gera brennivínið dýrari og við at banna øllum drykkjum við alkoholi í sambandi við ítróttartiltøk, skrivar NTB.