Russar skipa norðurher

Russar umhugsa at skipa ein serligan her við fleiri túsund hermonnum, sum skulu hava støð í økinum nærhendis Norðpólinum. Tað sigur varaverjumálaráðharrin, Anatoli Serdjukov, sambært svenska blaðnum Dagens Nyheter.

Orðini hjá ráðharranum fullu í gjár, og Dagens Nyheter heldur tað vera merkisvert, at tað hendi dagin eftir, at Vladimir Putin, forsætisráðharri, segði, at Russland fór at verja síni áhugamál í norðurøkinum.

Sambært Anatoli Serdjukov hava myndugleikarnir ikki tikið avgerð um, hvussu stórur tann serligi norðurherurin verður. Hinvegin tykist greitt, at hann fer at hava støð í Murmansk og í Arkangelsk. Ráðharrin legði afturat, at í hesum sambandi hava russar hugt at herdeildum í Noregi, Svøríki og Finnlandi.