Russar sita á trúnuni

Tíðin við USA sum maktfaktori í tungvektsflokkinum í nevaleiki tykist nú endaliga av. Ístaðin staðfesti Oleg Maskaev, at tað nú er Russland, sum situr á somu trúnu. Hann vann nevnliga dystin móti Hasim Rahman upp á tekniskt knock-out, tá dómarin metti amerikumannin hava fingið nóg mikið.
Sigurin ber við sær, at russar nú eiga heimsmeistaran í tungvekt hjá øllum fýra altjóða nevaleikasambondunum.