Tað hevur gingið seint hjá russisku herdeildunum at taka ræðið á stórum býum í Ukraina.
Men, nú siga russar sjálvir, at teir hava ræðið á Kherson-fylkinum, sum er týdningarmikil havnabýur har suðuri í Ukraina við munnan av ánni, Dnipro.
Samstundis er hetta sambært Reuters hin einasti stórbýurin í Ukraina, sum russiski herurin higartil hevur megnað at tikið í krígnum.
Tað var hin 24. februar, at Russland leyp á Ukraina, og miðskeiðis í hesi vikuni eru tað tríggjar vikur, síðan landið byrjaði innrásina.
Russiska tíðindastovan RIA Novosti, sum staturin rekur, sigur, at russiski herurin nú hevur valdið í fylkinum.
Tað er ein talsmaðurin fyri russiska verjumálaráðið, Igor Konasjenkov, sum er keldan til tíðindini.
Sambært Reuters fóru russar inn í býin hin 2. mars, og nú sigur talsmaðurin fyri verjumálaráðið, at russiski herurin hevur valdið í fylkinum.
##med2##