Russar siga nei til álop á Sýrialand

Russiski forsetin, Dmitrij Medvedev, fer at gera alt, sum stendur í hansara makt, fyri at forða fyri, at ST samtykkir álop á Sýrialand. Tí fer Russland at brúka sín sýtingarrætt í trygdarráðnum, kemur eitt tílíkt uppskot hagar. Tað sigur russiski forsetin við Financial Times.

-Eg fari ikki at góðkenna eina samtykt sum ta um Libya, sum eftir mínari hugsan er vorðin til eitt pappír, sum verður brúkt til at fjala tað meiningsleysa tiltakið ímóti Libya, sigur Dmitrij Medvedev. Hann heldur, at tann sýriska andstøðan og umheimurin misskilja sýriska forsetan, Bashar al-Assad.

-Assad er komin í eina trupla støðu. Í mínum eygum er hann til reiðar at fremja nýskipanir. Men hann er ov seinur. Mannalív kundu verið spard, og hesum mugu myndugleikarnir átaka sær ábyrgdina av. Men eg dugi væl at skilja, at myndugleikarnir svara aftur, tá andstøðan fer at skjóta eftir løgregluni. Tað høvdu myndugleikarnir í øllum londum gjørt, sigur Dmitrij Medvedev við Financial Times.

Bretland og Frakland hava orðað eitt uppskot til samtyktar um, at ST skal fordøma framferðina hjá syrisku myndugleikunum ímóti mótmælisfólki.