Russiska stjórnin hevur nú boðað frá, at hon fer at nýta sýtingarrættin, um eitt uppskot um at seta tiltøk í verk ímóti Iran kemur fyri trygdarráðið hjá ST, soleiðis sum USA ætlar.
Mánadagin ætlaðu amerikanararnir at skjóta upp at seta tiltøk í verk ímóti Iran fyri at noyða landið at gevast við sínum kjarnokruverkætlanum, men russiska sendinevndin í New York boðaði alt fyri eitt frá, at hon er ímóti einum tílíkum uppskoti. Á heimasíðuni hjá uttanmríkisráðnum í Moskva stóð at lesa, at tað er eingin orsøk til at leggja eitt tílíkt uppskot fyri ST.
ES hevur hótt Iran við tiltøkum, um stjórnin í Teheran ikki gongur við til at steðga kjarnorkuverkætlanunum og at koma aftur til samráðingarborðið saman við Týsklandi, Fraklandi og Bretlandi. Í summar eydnaðist tað teimum trimum londunum at fáa iranar at slaka, men nývaldi iranski forsetin gjørdi av at ógilda semjuna.










