Í gjár vildi ovastin í russisku trygdartænastuni FSB (fyrr KGB) vera við, at vánaligt viðlíkahald var orsøkin til, at tey bæði Tupolev-flogførini duttu niður mikunáttina. Stutt eftir vanlukkurnar vildu aðrir myndugleikar vera við, at flogførini kundu hava fingið skeivt brennievni, áðrenn tey fóru úr Moskva.
Men serfrøðingar ivast í teimum russisku frágreiðingunum.
-Eg veit ikki um nakað fordømi, har tvey flogfør eru farin av sama flogvølli um somu tíð við næstan somu kós og eru dottin niður um somu tíð. Umstøðurnar tala eisini fyri, at hetta var yvirgangur. Russland hevur fingið fleiri hóttanir um yvirgang, val verður í Kekenia skjótt, og Putin, forseti, var í Sosji við Svartahavið, hagar annað flogfarið skuldi. Nei, hetta boðar ikki frá góðum, sigur bretski flogtrygdarserfrøðingurin Mike Boyd við BBC.
Danskir loftferðsluserfrøðingar siga tað sama. Ein talsmaður hjá Statens Luftfartsvæsen segði við danska sjónvarpið mikukvøldið, at hann hevur heldur ongantíð hoyrt, at tvey flogfør, sum fóru úr somu floghavn, eru dottin niður um somu tíð fyrr.
Dylja yvirgang
Russiskir serfrøðingar siga seg hava illgruna um, at myndugleikarnir royna at venda orðaskiftinum burtur frá yvirgangi, tí at val verður í Kekenia í næstu viku, og at myndugleikarnir tí vilja sleppa undan ófriði har. Tað er eisini umráðandi, siga teir og vísa á, at týsdagin skulu kekenar velja nýggjan forseta fyri Akhmad Kadyrov, sum doyði í einari yvirgangsatsókn í mai.
Fyrr hava teir russisku myndugleikarnir annars verið skjótir av geva teimum kekensku uppreistrarmonnunum skyldina av yvirgangi í Russlandi. Men hesaferð er øðrvísi, og harafturat hava uppreistrarmenninir avsannað, at teir høvdu nakað við vanlukkurnar at gera.
Eygleiðarar hava tó bitið merki í, at samsvar er ikki ímillum tað, sum myndugleikarnir siga, og tað, sum flogfelagið Sibir hevur sagt. Hetta felagið átti tað flogfarið, sum var á veg úr Moskva til Sosji, og felagið hevur sagt, at tað hevur ábendingar um, at ein spreinging var umborð á flogfarinum.
Um hitt flogfarið hava vitni greitt frá, at tey hoyrdu eina spreinging, áðrenn flogfarið datt niður. Myndugleikarnir hava eisini sagt, at vrakpettini av hesum flogfarinum lógu spjadd um eitt ógvuliga stórt øki, og tað kundi bent á, at tað sprongdist í luftini, siga teir.










