Russar selja vápn sum ongantíð fyrr

Russiski vápnaútflutningurin fer at seta met í ár, siga myndugleikarnir í Moskva

Almennu hagtølini hjá russisku myndugleikunum siga, at landið fer at selja vápn í ár fyri meiri enn 30 milliardir krónur. Tað er einar fimm milliardir meiri enn í 1996, sum er metárið higartil.
Vesturlendskir hernaðarserfrøðingar ivast kortini í tølunum. Teir halda, at tann veruligi vápnaútflutningurin er størri, enn almennu russisku tølini vísa.
Stjórin í felagnum, sum stendur fyri vápnaútflutninginum, Andrej Baljaninov, segði fyrr í vikuni, at felagið er júst liðugt at samráðast við nakrar keyparar, og at samráðingarnar høvdu gingið væl. Hann legði afturat, at keypararnir høvdu serliga víst áhuga fyri teimum russisku loftverjuskipanunum.
India er tað landið, sum keypir flest vápn úr Russlandi. Hildið verður, at ein triðingur av russsiska vápnaútflutninginum fer til India.