Russar sálarsjúkir

Óttin fyri yvirgangi og búskaparkreppu í Russlandi ger, at 40 prosent av russiska fólkinum líða av sálarligum trupulleikum. Tað vísir ein nýggj kanning. Tey, sum hava gjørt kanningina, siga, at talið á russum, sum hava sálarligar trupulleikar, er trífaldað tey seinastu 10-15 árini. Tey almennu hagtølini vísa eisini, at á hvørjum ári taka umleið 60.000 russar lívið av sær.