Russar eru farnir at kanna, hvussu tað er vorðið við tí nógva kjarnorkuburturkastinum, sum liggur fram við russisku norðurstrondini. Tað skrivar Barents Observer. Sagt verður, at fleiri gamlir kjarnorkureaktorar eru beindir burtur har. Eitt nú liggja reaktorarnir av heimsins fyrsta kjarnorkurikna ísbrótara, Lenin, har.
Ruddingin hjá russum hevur samband við, at ísurin fram við russisku norðurstrondini er minkaður nógv, og at leiðin væntandi kann brúkast sum siglingarleið í framtíðini. Tí vilja russar tryggja sær, at teir hava tamarhald við tí vandafulla burturkastinum.
Russiska ruddingin er ætlað at vara hálvan triðja mánað.