Russar royna at ørkymla ukrainska herin

Russiski herurin roynir at steðga ukrainsku álopunum á Orikhiv-leiðini, samstundis sum russar royna at leypa á nærindis Kupiansk í Kharkiv-fylkinum.

- Ukrainski herurin heldur fram við álopunum nærindis býnum, Orikhiv, har suðuri í Ukraina, og herurin er nú komin til fyrsta russiska verjuskansan á hesum leiðum.

 

Tað sigur bretska verjumálaráðið í sínari dagligu frágreiðing í morgun.

 

Russiski herurin roynir at steðga ukrainsku álopunum á Orikhiv-leiðini, samstundis sum russar royna at leypa á nærindis Kupiansk í Kharkiv-fylkinum i landnyrðingspartinum av Ukraina.

 

- Russiski herurin roynir helst at ørkymla Ukraina, nú ukrainski herurin leypir á nærindis Orikhiv. Endamálið hjá russum er hugsandi at fáa ukrainar at deila sínar herdeildir millum Orikhiv og Kupiansk.

 

Í frágreiðingini hjá bretska verjumálaráðnum verður sagt, at henda royndin hjá russum eins væl kann kann merkja, at russiski herurin missur herfólk, sum annars kundu staðið ímóti ukrainsku álopunum í Orikhiv.

 

##med2##

 

 

 

 

 

Sleppur ukrainski herurin eystur til Azovska-havið, missa russar hesa farleið oman til Krim-hálvoynna.