Ein fólk læt lív og fýra eru løstað í einum russiskum dronuálopi á ukraina, vita lokalu myndugleikarnir at siga.
Sagt verður, at umrødda álop varð fram móti einum forstaði til ukrainska høvuðsstaðin, Kyiv.
Í nátt sendi russiski herurin 93 dronur eftir málum í Ukraina, harav ukrainska loftverjan skeyt 86 niður.
Russland plagar at veksa um álopini á Ukraina, meðan vetur er í landinum, veit www.dagbladet.no at siga.
Endamálið við álopunum á vetri er eisini at møða ukrainska fólkið, tí ofta ganga hesi álop útyvir undirstøðukervið í landinum.
Tá undirstøðukervið, sum eitt nú streymveiting og vatn verða rakt, sita fólk í stórum tali ofta uttan streym-og vatnveiting.