Russar noyðast nú at senda styrk til Kharkiv-regiónina, eftir at ukrainski herurin hevur tikið fleiri tíggjutals bygdir aftur í regiónini.
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, segði í dag, at ukrainski herurin hevur tikið fleiri enn 30 búsetingar - ella bygdir - aftur í økinum, sum russar hava havt valdið á.
Ein russiskur tænastumaður í ukrainska býnum, Grakove, Viktor Gantsjev, segði í dag, at harðir bardagar eru við Balaklija, sum ukrainar siga, at teir tóku aftur frá russum í gjár.
Tænastumaðurin segði, at russiski herurin í økinum hevur fingið styrk og nú stríðist í bardøgunum við ukrainsku hermenninar.
Í byrjanini av russisku innrásini vóru harðir bardagar í Grakove, og hetta er ein av býunum, sum ukrainski herurin nú sigur seg hava tikið aftur.
Nú verða eisini hendingar, sum kunnu snúgva seg um krígsbrotsverk í Grakove, kannaðar. Hetta hendir eftir, at tvey lík vórðu grivin fram í dag.
Ein av borgarunum í býnum, Serhij Lutsaj, sigur, at hann varð tvungin av vápnaðum russiskum hermonnum at grava eina grøv til tveir menn í 30-árunum.
Hetta veit tíðindastovan NTB at siga í dag.
##med2##