Russar mistu sambandið við rúmdina

Russar mistu í dag sambandið við teir flestu sivilu russisku fylgisveinarnar og við altjóða rúmdarstøðina ISS, tí at ein samskiftiskaðal í Moskva var slitnaður. Tað skrivar tann almenna tíðindastovan Ria, sum eisini veit at siga, at tað tekur tvey samdøgur at umvæla skaðan.

Teir russisku rúmdarmyndugleikarnir hava sisað umheimin við at siga, at bæði fylgisveinarnir og rúmdarstøðin virka sum vanligt. Talsmaðurin hjá rúmdarmyndugleikunum, Aleksej Kusnetsov, sigur við Ria, at myndugleikarnir hava tamarhald á støðuni. Hann leggur afturat, at samskiftiskaðalin varð oyðilagdur í sambandi við byggiarbeiði har eysturi í Moskva.

-Óhappið hevur onga ávirkan á teir hernaðarligu fylgisveinarnar, sigur talsmaðurin.

Sambært Ria kann óhappið útseta heimferðina hjá teimum trimum monnunum, sum nú eru umborð á ISS. Teir tríggir, ein russari, ein amerikanari og ein japani, skuldu eftir ætlanini fara niður á jørðina tann 19. november.