Russar lupu frá avtalu

Meiningin var, at sektaruppskot skuldi koma til Skálaberg á middegi í dag, men enn eru russar ikki komnir við nøkrum. – Nú vita vit aftur onki, sigur Hanus Hansen

Í samfullar 18 dagar hevur Skálaberg ligið á reduni í Murmansk undir illgruna fyri millum annað at hava veitt 617 tons ólógliga, tí skipið hevur veitt av kvotuni hjá Sundabergi, sum fyrr í ár varð seldur til Russlands.

Boð vóru farin til Russlands, at Skálaberg nú veiðir av kvotuni hjá Sundabergi, men starvsfólki í Russlandi hevði skift starv, og tí vóru boðini ongantíð komin fram.

Hanus Hansen, reiðari, hevur saman við føroyskum myndugleikum boðað frá, at sektaruppskot skuldi koma frá russum á eina fimm milliónir, sum svarar til virðið á teimum 617 tonsunum á middegi í dag. Men enn er onki komið.

– Vit roknaðu við, at tað fór at koma, men enn er onki komið. Nú vita vit aftur onki, men eg vóni, at okkurt hendir í dag, sigur Hanus Hansen, reiðari.

Hann leggur afturat, at kemur ongin loysn í dag, so verða 28 av monnunum settir í eitt flogfar heim til Føroya.

Umframt ákæruna at hava veitt av kvotuni hjá Sundabergi ólógliga, so vóru aðrar ákærur, at skipið bert hevði avrit av fiskiloyvi, og at skiparin umborð ikki stóð í skjølunum hjá russum.

Hesi bæði seinnu hevur reiðaríið í Føroyum gingið við til, hóast teir hildu tað vera undarligt at ákærur um skiparan skuldu vera, tí tað hevur ongantíð verið ein trupulleiki fyrr.


Fingu loyvi

JFK, sum er reiðaríið hjá Skálabergi, hevur fingið boð frá føroyskum myndugleikum, at Skálaberg kann veiða av kvotuni hjá Sundabergi, men tað er JFK, sum skal rinda peningin til russar fyri at skipið hevur veitt kvotuna hjá Sundabergi.

Rógvi Reinert, aðalstjóri í Fiskimálaráðnum, váttar, at reiðaríið hevur fingið loyvi at veiða av kvotuni hjá Sundabergi, men vil ikki fara nærri inn á, um Fiskimálaráðið hevur gjørt eitt mistak.

– Vit hava í 32 ár havt eitt fyrimyndarligt samstarv við russar eftir lítið formellum skipanum. Vit kunnu ikki gera nakra niðurstøðu um mistøk í hesum máli enn. Hetta málið er serstakt, og hevur onki fyridømi, sum vit hava funnið fram til, sigur aðalstjórin.

Tí er greitt, at okkurt slag av eftirspæli verður av hesum máli, sum Fiskimálaráðið heldur vera serligt, og sum enn ikki er endaliga avgreitt.