Nú leypa russar aftur á stálverkið

Eftir eitt slag av vápnahvíld, meðan nøkur sivilfólk eru flutt úr stóra stálverkinum - Azovstal í Mariupol - leypa russar nú á aftur verkið.

Í dag vita útlenskir miðlar at siga, at russar aftur gera seg til reiðar at leypa á nógv umrødda og velduga stóra stálverkið Azovstal í Mariupol.

 

Hetta siga fleiri ukrainskir miðlar í dag, og sambært Reuters sigur Russland tað sama - at russiski herurin nú hevur tikið upp aftur bumbingina av verkinum.

 

Her hevur annars verið eitt slag av vápnahvíld til tess at flyta sivilfólk av stálverkinum, og sagt verður, at eini 100 sivilfólk nú eru komin út haðani. 

 

Ukrainsk Pravda metir, at eini 1000 fólk eru eftir í Azovstal. Fleiri, sum arbeiddu á verkinum og onnur við hava brúkt stálverkið sum skjól í krígnum.

 

Í russiska verjumálaráðnum siga tey sambært útlendskum miðlum, at ukrainski herurin hevur brúkt vápnahvíldina til at fyrireika seg til nýggjar bardagar.

 

Nú eru so deildir sambært russisku tíðindastovuni RIA í holt við at leypa á aftur stálverkið.

 

Av øðrum, sum er hent í samband við kríggið í Ukraina í dag, er, at indiski forsætisráðharrin, Narendra Modi, biðir um vápahvíld í Ukraina í stundini.

 

Indiski forsætisráðharrin er á vitjan í Danmark, og her hevur verið felags tíðindafundur saman við danska forsætisráðharranum, Mette Frederiksen.

 

##med2##

 

- Vit mæla til vápnahvíld í Ukraina í stundini, og at farið verður undir samráðingar, sum kunnu loysa trupulleikarnar og steðga krígnum, sigur Narendra Modi.

 

Mette Frederiksen heitir eisini á russiska forsetan, Vladimir Putin, um at steðga krígnum, samstundis sum hon fordømir álopunum á sivilfólk.

 

- Eg vóni, at India kann ávirka Russland í hesum spurningi, sigur Mette Frederiksen.

 

India hevur annars ikki fordømt russisku innrásini í Ukraina. Landið er stórinnflytari av bæði russiskum vápnum og olju, veit tíðindastovan NTB at siga.

 

 

 

Narendra Modi, sum er føddur hin 17. september í 1950, hevur útbúgving í statsvísindi.