Russisku myndugleikarnir vilja nú hava eina frágreiðing um, hví eitt sýriskt ferðamannaflogfar, sum var á veg úr Moskva til Damaskus, bleiv noytt at seta seg í Turkalandi í gjárkvøldið. Uttanríkisráðið í Moskva sigur, at átakið hjá turkisku myndugleikunum setti trygdina hjá ferðafólkunum og manningini í vanda.
Av teimum 30 ferðafólkunum í flogfarinum vóru 17 russar.
Turkisku myndugleikarnir søgdu í gjárkvøldið, at teir høvdu noytt tað sýriska flogfarið at seta seg, tí teir høvdu fingið upplýsingar um, at flogfarið var fermt við vápnum til tann sýriska stjórnarherin. Turkar hava eisini sagt, at teir løgdu hald á ein part av farminum, og at flogfarið síðani slapp at halda leiðina fram til Damaskus.
Russisku myndugleikarnir avsanna, at vápn ella onnur herútgerð var í flogfarinum.
Eftir ætlanini skuldi russiski forsetin, Vladimir Putin, fara til Turkalands at vitja næsta mánadag, men í morgun boðaði talsmaður forsetans frá, at ferðin er útsett. Hann vildi ikki siga, um útsetingin hevur nakað samband við hendingina í gjárkvøldið.









