Bajkalvatnið har eysturi í Sibiria er 1.680 metrar djúpt, og við at kava niður á botn har hava teir russisku granskararnir sett nýtt heimsmet við kaving í feskvatni, sigur BBC.
Endamálið við ferðini er at fáa betri kunnleika til viðurskiftini niðri botni og ta serstøku vistskipanina í vatninum, sum hevur umleið ein fimtapart av øllum feskvatni í heiminum.
Kanningar fyrr hava víst, at Bakjalvatnið lá ikki undir ísi í teirri seinastu ístíðini, og tað hevur gjørt, at plantu- og djóralívið har er nakað heilt serligt. Eitt nú eru tey flestu djórasløgini, sum halda til í Bajkalvatninum, ikki at finna nakra aðrastaðni í heiminum. Tvey tílík dømi eru bajkalkópurin og omul-laksurin.
Síðani 1996 hevur Bajkalvatnið staðið á listanum hjá Unesco sum heimsarvur.