Myndugleikarnir í Russlandi hava gjørt av at senda ein rannsóknarskip til leiðirnar kring Norðpólin. Endamálið við ferðini er at leggja dent á, hvønn part av póløkinum Russland metir seg hava rætt til at fáa undir sítt ræði.
Russar siga, at skipið skal kanna Lomonosov-ryggin, men taqð er eitt øki, sum bæði Danmark og kanada meta seg hava rætt til.
ST hevur givið londunum, sum krevja ræðisrætt yvir økjum kring Norðpólin, freist til at koma við sínum krøvum í seinasta lagi í 2013. Tá ætla danir at leggja fram krav um ræðisrætt yvir júst Lomonosov-rygginum, sum russar nmú fara at kanna, sigur KNR.
Umframt Russland, Danmark og kanada krevja stórveldi sum USA og Kina at fáa part av leiðunum kring Norðpólin. Orsøkin er, at sambært jarðfrøðingum eru 13 prosent av allari olju í heiminum í teirri arkrisku undirgrundini.









