Russar hava tikið 70 prosent av Sievjerodonetsk

Hinvegin er grannabýurin, Lysytsjansk, framvegis fult og heilt undir ukrainskum eftirliti.

Í morgun vistu útlendskir miðlar at siga, at russiskar deildir nú hava ræðið á umleið 70 prosentum av býnum, Sievjerodonetsk, sum liggur í Luhansk-økinum. 

 

Sagt verður, at Sievjerodonetsk og ein grannabýur, nevndur Lysytsjansk, eru seinastu býirnir í Luhansk, sum Ukraina hevur ræðið á. 

 

Guvernørurin í Luhansk, Serhij Hajdaj, skrivar á Telegram, at nakrar ukrainskar deildir hava tikið seg aftur til betri støðir, og aðrar stríðast framvegis í býnum.

 

Sagt verður eisini, at Sievjerodonetsk hevur verið kringsettur frá fleiri síðum. Hinvegin er býurin, Lysytsjansk, framvegis fult og heilt undir ukrainskum eftirliti, men spurningurin er, hvussu leingi hann verður tað aftrat.

 

Russisku herdeildirnar hava nevniliga lagt stóra orku í júst hetta økið í Ukraina, sum verður rópt Luhansk.

 

Í gjár frættist, at amerikanski forsetin, Joe Biden, hevur lovað Ukraina meira framkomnar rakettskipanir í einum nýggjum vápnapakka, og sagt hevur verið, at rakettirnar, sum talan er um, kunnu røkka russiskum málum 80 kilometrar burturi.

 

##med2##

 

 

Á kortinum síggjast eitt nú býirnir, Sievjerodonetsk og Lysytsjansk.