Risastóri rakettkrússarin Moskva er bygdur í 1980-unum og hevur verið sæddur sum flaggskipið hjá russisku herflotadeildini í Svartahavinum. Sagt verður, at fleiri enn 500 mans vóru við skipinum.

Russar hava mist flaggskipið í Svartahavinum

Risastóri rakettkrússarin er bygdur í 1980-unum og hevur verið sæddur sum flaggskipið hjá russiska herinum í svartahavsflotanum. 

Risastóri rakettkrússarin Moskva er bygdur í 1980-unum og hevur verið sæddur sum flaggskipið hjá russisku herflotadeildini í Svartahavinum. Sagt verður, at fleiri enn 500 mans vóru við skipinum.

Russiski rakettkrússarin Moskva, sum verður sagdur at vera flaggskipið hjá russum í Svartahavinum,  hevur fingið stóran skaða. Spreingingar vóru umborð, og eldur kom í skipið.

 

Seint í gjárkvøldið váttaðu russiskir myndugleikar, at eldur var í skipinum eftir spreingingar, og at skipið hevði fingið stóran skaða. Øll manningin var farin av skipinum.

 

Ukrainar siga, at tað vóru teir, sum sendu rakettir eftir russiska super-skipinum, sum skipið eisini hevur verið rópt. Ráðgevin hjá ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj, sum kallast Oleksij Arestovytsj, skrivaði á Tvitter í gjár, at ukrainski herurin hevði framt álop á skipið.

 

- Hvar er Moskva? Hon er sokkin, skrivar ráðgevin á Tvitter.

 

Risastóri rakettkrússarin er bygdur í 1980-unum og hevur verið sæddur sum flaggskipið hjá russiska herinum í svartahavsflotanum. Tíðindastovan RIA váttar í gjár við russiska verjumálaráðnum sum keldu, at spreingingar hava verið umborð á skipinum.

 

##med2##

 

- Moskva hevur fingið stóran skaða, og øll manningin er farin av skipinum. Orsøkin til eldin verður nú kannað, skrivar RIA, sum hevur keldur í russiska verjumálaráðnum.

 

Leiðarin fyri fylkisumsitingina í havnabýnum Odessa við Svartahavið, Maksim Martsjenko, skrivar á Telegram mikukvøldið, at rakettkrússarin er raktur av Neptun-rakettum.

 

Fleiri utlendskir miðlar skriva í nátt og í morgun, at umborð á einum slíkum skipi eru í minsta lagi 500 hermenn. Í Russlandi hava tey enn ikki váttað, at super-skipið er rakt av ukrainskum rakettum.

 

##med3##

 

 

 

Risastóri rakettkrússarin Moskva er bygdur í 1980-unum og hevur verið sæddur sum flaggskipið hjá russisku herflotadeildini í Svartahavinum. Sagt verður, at fleiri enn 500 mans vóru við skipinum.

Myndin er av russiska forsetanum, Vladimir Putin, umborð á rakettkrússaranum, Moskva.

Soleiðis skrivar tíðindastovan BBC í morgun um hendingina í Svartahavinum.