Russar hava lopið á ukrainskar støðir í Zaporizjzja

Zaporizjzja er ein av fýra landslutum har eysturi í Ukraina, sum Russland sigur seg hava innlimað, men her hava russiskar herdeildir ikki ræðið yvir allari regiónini.

Ukrainskar stjórnarkeldur vita í dag at siga, at russar hava framt fleiri álop í Zaporizjzja-regiónini, har lopið hevur verið á ukrainskar støðir og undirstøðukervið í økinum. 

 

- Í dag hevur fíggindin framt fimm loftálop á ukrainskar støðir, og eitt rakettálop er framt ímóti undirstøðukervinum í Zaporizjzja-regiónini.

 

Einki verður upplýst um, hvørt nakar hevur latið lív í russisku álopunum.

 

Fyrr í dag vistu statsriknar russiskar tíðindastovur at siga, at russiskar herdeildir hava tikið seg fram móti tveimum býum í Zaporizjzja-regiónini - eftir, at fáar flytingar hava verið á hermótinum millum partarnar seinastu tíðina.

 

Ein av býunum, sum russiskar tíðindastovur nevna, er býurin, Orikhiv, sum liggur umleið fimm míl sunnan fyri regiónshøvuðsstaðin, Zaporizjzja, sum er undir ukrainskum ræði.

 

Býurin, Huljaipole, sum liggur longur eysturi, verður eisini nevndur.

 

Zaporizjzja er ein av fýra landslutum har eysturi í Ukraina, sum Russland sigur seg hava innlimað, men her hava russiskar herdeildir ikki ræðið yvir allari regiónini.

 

Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í dag.