Russar hava dripið trý fólk í Kharkiv

Býurin hevur verið fyri óteljandi russiskum álopum, síðan Russland leyp á grannalandið fyri meira enn trimum árum síðan

Trý fólk hava latið lív í einum russiskum loftálopi á næst størsta býin í Ukraina, Kharkiv.

 

Hetta upplýsa lokalir myndugleikar í býnum yvirfyri tíðindastovuni, Reuters.

 

Tað eru bert einir 30 kilometrar úr Kharkiv til landnyrðingspartin av markinum millum Ukraina og Russland.

 

Býurin hevur verið fyri óteljandi russiskum álopum, síðan Russland leyp á Ukraina fyri meira enn trimum árum síðan.

 

Slík álop í hesum døgum staðfesta, at Russland als ongan áhuga hevur fyri nakrari treytaleysari vápnahvíld.

 

Lesið eisini - https://www.in.fo/news-detail/eg-bidi-personliga-eftir-putin-i-turkalandi