Í minsta lagi eitt fólk læt lív og seks vórðu løstað, tá russar við dronum og granatum enn einaferð lupu á Kherson í Ukraina í nátt.
Tað siga ukrainsku myndugleikarnir í dag. Fleiri tíðindastovur endurgeva hesi tíðindi, og millum hesar er eitt nú tíðindastovan, Reuters.
Guvernørurin, Oleksandr Prokudin, sigur í morgun á boðtænastuni Telegram, at russar framdu tilsamans 71 álop móti fleiri málum í Ukraina í nátt.
Hann vísir á, at álopini vórðu vend móti íbúðarøkjum, handlum og heilsumiðstøðum í Ukraina.
Fleiri av álopunum - eini 20 í tali - vórðu vend móti stórbýnum, Kherson, og sambært guvernørinum hevur fyrrapartin í verið roynt at sløkkja eldar.
Sambært Reuters eru tíðindini úr Ukraina ikki váttað av óheftum keldum, og russisku myndugleikarnir hava ikki gjørt viðmerkingar til álopini í nátt.
Tað var í november í fjør, at ukrainski herurin rak russisku herdeildirnar úr pørtum av Kherson-regiónini, men russar halda fram við at leypa á býin, Kherson.
Býurin, Kherson, liggur vestaru megin Dnipro-ánna, og tá russar flýddu, fóru teir eystur um ánna. Tað er haðani, teir nú javnan leypa á býin.