Russar á gomlum gøtum

Russar vilja byggja upp ein skipaflota til fiskiskap eftir makrelstyrju, sum skal føra teimum 185.000 tons til lands í ár 2010.

Fiskivinna

Russar fyrireika seg nú til at byggja upp ein skipaflota, sum skal fiska makrelstyrju við nót og línu.
Sambært Fishing News International er í fyrsta lagi ætlanin at byggja fimm skip til hesa veiði. Av hesum skulu trý fiska við ringnót og tvey við línu.
Russar hava áður havt ein hampiligan skipaflota, sum fiskaði makrelstyrju í russiskum sjógvi og í altjóða sjógvi í Atlantshavinum og Kyrrahavinum.

Framtíðarvónir
Sum skilst, vórðu hesi skip rikin við munandi halli. Tí vórðu tey antin umbygd til aðra veiði ella høgd upp, tá ið fiskivinnan í landinum varð privatiserað eftir, at Sovjetsamveldið datt sundur.
Nú vóna russar, at teir kunnu byggja upp ein skipaflota, sum kann geva teimum 185.000 tons av makrelstyrju í ár 2010.