Russar fremja reina terror-bumbing

– Tað virkar, sum russar vilja geva ukrainum størst møguliga líðing, soleiðis at landið gevur upp stríðið, sigur obertsloytnanturin, Palle Ydstebø.

18 fólk lótu lív og í minsta lagi 30 vórðu løstað síðstu nátt, tá tvær russiskar rakettir raktu ein íbúðarbygning og eina frítíðarmiðstøð í Odessa-regiónini har suðuri í Ukraina. Odessa er havnarbýur, sum liggur við Svartahavið.

 

- Russar fremja nú terror-bumbing í royndini av tvinga ukrainskar myndugleikar at geva seg yvir, sigur norski obertsloytnanturin, Palle Ydstebø.

 

Í samrøðu við Verdens Gang vísir hann á, at russar hava skotið eftir býum kring alt Ukraina, og soleiðis, sum hann sær hetta, er hetta ein roynd hjá russum at vísa ukrainum, at teir ongastaðni skulu kenna seg tryggar. 

 

- Russar hava jú vápn, sum kunnu røkka allar partar av Ukraina, sum starvast við norska krígsskúlan.

 

Palle Ydstebø leggur aftrat, at russar vilja geva ukrainum størst møguliga líðing, soleiðis at landið gevur upp stríðið, sigur obertsloytnanturin, Palle Ydstebø, sum eisini vísir til álopið á keypsmiðstøðina í Krementsjuk mánadagin, har 20 fólk lótu lív.

 

- Tað hevur verið eitt ástøði innan loftmegi, at við at leypa á sivilfólk úr luftini kann tað eydnast at fáa fólkið at venda sær ímóti síni egnu stjórn, sum soleiðis verður biðin um at gevast við stríðnum, sigur obertsloytnanturin.

 

Men, hetta hevur ikki víst seg at vera galdandi - heldur ikki millum ukrainska fólkið.

 

- Hvørki undir fyrra ella seinna heimsbardaga hava vit sæð, at sivilfólkið hevur vent sær móti síni egnu stjórn, sigur Palle Ydstebø.

 

Hann vísir á, at hóast russar hava rakt sivilmál undir øllum krígnum móti Ukraina, vóru álopini í byrjanini ikki so málrættað móti sivilum málum, sum tað hevur víst seg seinastu tíðina.

 

Her hevur ein broyting verið seinastu tíðina, heldur obertsloytnanturin. 

 

- Tað, vit serliga sóu ta fyrstu tíðina, vóru rakettálop móti hernaðarligum ella statsligum málum, sum eitt nú verksmiðjum, oljustøðum og undirstøðukervinum fyri at tálma ukrainsku krígsførsluni.

 

Palle Ydstebø heldur, at tað, sum serliga hevur víst seg seinasta mánaðin, er, at russisku álopini meira beinleiðis eru vend móti sivilum málum.

 

Tað tykist, heldur obertsloytnanturin, sum um russar royna ymiskar møguleikar fyri at vita, hvat virkar - ella er orsøkin hon, heldur hann, at russar ikki megna at raka týdningarmikil mál í Ukraina.

 

Her hugsar hann eitt nú um vápnaveitingarnar, sum ukrainski herurin fær úr vesturheiminum við tokum ígjøgnum alt Ukraina.

 

Obertsloytnanturin fylgir væl við gongdini í krígnum og heldur fyri, at ein onnur orsøk til, at russar nú raka fleiri sivil mál, kann vera, at teir brúka gamlar rakettir, sum ikki eru serliga neyvar, og har ein býur bara er ein býur, sum hann tekur til.

 

##med2##

 

Palle Ydstebø heldur, at fleiri orsøkir kunnu vera til, at russar nú brúka vápn, sum ikki eru serliga neyv og eitt, sum hevur verið frammi er spurningurin, um russum nú tørva vápn við størri neyvleika.

 

- Men, tað kunnu eisini vera aðrar orsøkir, sigur hann.

 

Hann heldur, at um russisku deildirnar vilja raka sivil mál, hevur tað ikki so stóran týdning, hvørji vápnini eru, sum teir brúka.

 

Ein onnur orsøk kann vera, heldur obertsloytnanturin, at russar royna at goyma tey meira neyvu vápnini, um støðan broytist, og størri tørvur verður á hesum vápnum seinni.

 

- Ein heilt annar møguleiki er, at russum vantar avgerandi elektronisku komponentarnar, sum landið vanliga keypir úr útlandinum, men sum teir nú hava trupulleikar við at fáa fatur í, og tískil ikki fáa framleitt nýggjar og framkomnar rakettir, sigur Palle Ydstebø við Verdens Gang.