Russland hevur í nátt framt umfatandi álop á ukrainska høvuðsstaðin, Kyiv, og sagt verður, at lopið er á við dronum, kryssararakettum og møguliga ballistiskum rakettum.
Ávaringarlúðrar ljóðaðu í nátt um stóran part av Ukraina, og í Kyiv vórðu loftverjuskipanir aktiveraðar fyri at berja niður russiska álopið.
- Umfatandi álop á Kyiv, skrivar ávísin, Ukrainska Pravda, sum leggur aftrat, at ukrainska verjan virkar.
Leiðarin fyri hernaðarumsitingina í Kyiv, Serhij Popko, skrivar soleiðis á Telegram í morgun:
- Álopið var óvanliga konsentrerað við stórum tali av rakettum upp á styttst møguligu tíð.
Serhij Popko sigur, at flestu russisku rakettir í loftrúminum yvir Kyiv vórðu oyðilagdar.
##med2##
Fyrr í nátt segði hernaðarumsitingin í Kyiv, at vrakleivdir frá niðurskotnum rakettum duttu niður yvir fýra býarpartar í høvuðsstaðnum.
Kyiv Independent veit at siga, at fólk í býnum hoyrdu í minsta lagi fýra spreingingar.
Borgarstjórin, Vitaly Klitsjko, sigur, at partar av rakettunum endaðu í djóragarðinum í Kyiv, og trý fólk fingu løstir í Solomianskyi-býarpartinum.
Tíðindamaðurin hjá Financial Times, Christopher Miller, sigur, at fleiri spreingingar vóru, sum fingu bygningar í Kyiv at ristast.