Russar framdu stórálop á elnetið í Ukraina jóladag

Milliónir av ukrainarum vóru uttan streym og hita jóladag orsakað av einum víðfevndum álopi á virki og streym.

Ein sløkkiliðsmaður í Ukraina arbeiðir við at sløkkja eld í einum privatum húsi í Kharkiv mikudagin, har russisk álop hava verið, serliga móti orkuøkinum. - Mynd: Sergey Bobok/Ritzau Scanpix

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyy, fordømir eitt "ómenniskjaligt" álop frá Russlandi, sum jóladag skeyt yvir 170 rakettir og dronur á orkunetið í Ukraina.

Eitt starvsfólk hjá einum orkufelag er lat lív.

Ukrainarar vaknaðu jólamorgun klokkan hálvgum fimm (hálvgum trý okkara tíð) við ljóðinum frá loftávaringum. Eftir tær komu fráboðanir frá loftverjuni um, at Russland hevði skotið Kalibr rakettir frá russiskum krígsskipum í Svartahavinum.

- Putin valdi tilvitað jólini at leypa á. Hvat kann vera meira ómenniskjaligt?, skrivar Zelenskyj í einum uppslagi á X, har hann vísir til russiska forsetan, Vladimir Putin.

- Yvir 70 rakettir, harímillum ballistiskar rakettir, og yvir hundrað álopsdronur. Endamálið er okkara orkuskipan.

Álopið mikudagin var 13. stóra álopið á orkuskipanina í Ukraina í ár. Russland roynir tilvitað at raka orkunetið í vetrartíðini.

- Tíverri eru nøkur sløg. Beint nú eru streymslit í fleiri økjum, skrivar Zelenskyj.

Ukrainska stjórnin sigur, at loftverjan hjá teimum skeyt 58 av teimum 79 rakettum niður.

Men tvær KN-23 ballistiskar rakettir, sum Russland skeyt, vórðu ikki skotnar niður. Hetta slagið av rakettum er framleitt í Norðurkorea.

Ukrainska orkufelagið DTEK sigur, at álopið hevur elvt til stóran skaða á útgerð á hitaverkum.

- At forða milliónum av friðarelskandi fólkiljós og hita av, meðan tey halda jól, er ein ørkymlandi og ónd gerð, sum skal svarast, sigur stjórin í felagnum, Maksim Timchenko.

Amerikanski forsetin, Joe Biden, fordømdi "ógvusliga" álopið á Ukraina mikukvøldið, skrivar tíðindastovan AFP.

Jóladagsálopið rakti eisini Kharkiv. Hann er næststørsti býur í Ukraina, sum liggur nærhendis russiska markinum.

Rakettirnar vóru miðaðar móti ketilhúsunum, virkjunum og elverkunum í býnum, sigur borgarstjórin, Ihor Terekhov.

Álopið skerdi fyribils streymin til hálva millión fólk.

Stjórnin í Kiev sigur eisini, at ein russisk rakett er flogin gjøgnum moldovanska og rumenska loftrúmið. Rumenia avsannar, at hetta hendi.

Men Moldova, sum hevur víst samhuga við Ukraina síðani kríggið, "staðfesti brot" á loftrúmið seinni í dag, boðar landsins stjórn frá.

Russland boðar eisini frá, at fimm fólk eru dripin í ukrainskum álopum og av eini niðurdotnari dronu í marknaøkinum Kursk og í Norðurossetia í Kaukasus.

 

Ritzau/AFP

 

Ein sløkkiliðsmaður í Ukraina arbeiðir við at sløkkja eld í einum privatum húsi í Kharkiv mikudagin, har russisk álop hava verið, serliga móti orkuøkinum. - Mynd: Sergey Bobok/Ritzau Scanpix