Russar flyta eisini fólk úr Belgorod-landslutinum

Russiski guvernørurin í Belgorod-landslutinum, Vjatsjeslav Gladkov, sigur, at ukrainskur "aktivitetur" er í økinum. Tí er neyðugt at flyta íbúgvar burtur

Russiskir myndugleikar hava nú gjørt av eisini at flyta íbúgvar úr Belgorod-landslutinum, sum hevur mark til Ukraina.

 

Orsøkin er, sigur russiski guvernørurin, Vjatsjeslav Gladkov, at ukrainskur "aktivitetur" er í økinum.

 

Tað er eitt nú Reuters, sum í morgun endurgevur guvernørin í Belgorod-landslutinum, men einki verður neyvari sagt um, hvat gongur fyri seg í økinum.

 

Belgorod hevur javnan verið fyri ukrainskum álopum, síðan Russland gjørdi innrás í grannalandið Ukraina í februar 2022.

 

Leggjast kann aftrat, at Belgorod hevur mark til Ukraina í vestri. 

 

Kursk-landsluturin, sum eisini er álopin av ukrainska herinum seinastu dagarnar, hevur mark til Ukraina í norði.

 

Lesið eisini - 

 

* - Hetta er svar upp á álopini úr Kurskhttps://www.in.fo/news-detail/zelenskyj-svar-upp-a-russisku-alopini-ur-kursk

 

Zelenskyj váttar álopini í Russlandi https://www.in.fo/news-detail/zelenskyj-vattar-alopini-i-russlandi

 

* 76.000 russar flýddir... https://www.in.fo/news-detail/76000-russar-flyddir-undan-ukrainskum-deildum-i-russlandi

 

Putin tikin á bóli https://www.in.fo/news-detail/serfroedngur-putin-tikin-a-boli