Vanlukkan við amerikansku rúmdarferjuni "Columbia" hevur ikki ávirkað russisku rúmdarverkætlanina, og nú hevur eitt russiskt rúmdarskip verið úti á støðini ISS við mati og vatni til teir tríggjar rúmdarmenninar, sum eru á støðini.
Rúmdarskipið, sum eitur "Progress", hevði eisini ymsa tekniska útgerð til teir tríggjar menninar, tveir amerikanarar og ein russara. "Progess" varð skotið út í rúmdina sunnudagin, dagin eftir vanlukkuna við "Columbiu".
Amerikanska rúmdarumsitingin hevur fyribils steðgað øllum sínum verkætlanum, og tí er ógreitt, nær teir tríggir rúmdarmenninir í ISS sleppa niður aftur á Jørðina. Menninir hava verið á støðini síðani í november, og ætlanin var, at rúmdarferjan "Atlantis" skuldi fara eftir teimum í næsta mánað.










