Russar fegnast men ukrainar harmast um føroysku støðuna

Tað fellir í góða jørð hjá Russlandi, at føroya vilja samstarva við Russland. Ukraina harmast, tí hvør dollari, hvør evra og hvør króna, sum russland tjenar, verða brúktar til bumbur í Ukraina

– Eg er ikki nøgdur við, at nakar handlar við Russland, tí hvør einasti dollari, evra ella króna, sum teir tjena, brúka teir til eina krígsmaskinu, sum endar sum rakettir og misil í heimlandi mínum, sigur Andrii Yanevskyi, sum er ukrainskur sendiharri í Danmark, við Danmarks Radio.

 

Men russiski sendiharrin í Danmark, hann fegnast um avgerðina hjá landsstýrinum í Føroyum at gera nýggja fiskiveiðuavtalu við Russland.

 

– At leingja finskiveiðuavtaluna er eitt tilvitað val hjá Russlandi og Føroyum. Tí báðir partar fáa meira burtur úr samstarvi heldur ein konfrontatión, sigura Vladimir V. Barbin, russiski sendiharrin í Keypmannahavn.

 

Løgtingið skal í næstum taka støðu til at loyva russuskum skipum aftur í føroyskar havnir. Tað er Fólkaflokkurin, sum hevur lagt uppskot um tað fyri Løgtingið. Spurningurin er so, um samgongan stendur saman hesaferð, ella um partar av samgonguni fara at atkvøða fyri uppskotinum hjá Fólkaflokkinum. Tað eydnaðist ikki hjá landsstýrinum at halda lyftini um, at eingin nýggjur fiskivinnusáttmáli varð gjørdur við Russland, tí at Tjóðveldi og Framsókn broytu støðu.