Ein dómstólur í Moskva hevur í dag dømt tveir menn langar fongulsrevsingar fyri at lesa upp yrkingar ímóti krígnum hjá Russlandi í Ukraina.
Tað skrivar tíðindastovan AFP, sum var til staðar í rættinum.
Artjom Kamardin hevur fingið sjey ára fongsul, meðan Jegor Sjtovba er dømdur í hálvsætta ára fongsul.
Stuðlar teirra róptu av áhoyraraplássunum í rættinum undir rættarmálinum.
– Skammið tykkum, róptu tey.
Russisku myndugleikarnir hava fongslað fleiri túsund fólk, sum friðarliga hava mótmælt russisku innrásini í Ukraina.
Tann 33 ára gamli Kamardin sigur, at tey vóru sera harðlig ímóti honum, meðan hann var í varðhaldi. Hann sigur, at løgreglumenn neyðtóku hann og noyddu hann at koma við umbering á video. Unnusta hansara var eisini hótt.
Dagin fyri handtøkuna hevði hann lisið hart upp yrkingina »Drep meg, hermaður« á einum gøtuhorni í Moskva.
Tað er sama gøtuhorn, har systematfinnarar eisini møttust undir sovjettíðini.
Hann rópti eisini slagorð ímóti imperiala »nýggja Russlandi« og tess ætlan um at hertaka syðra Ukraina.
23 ára gamli Jegor Sjtovba helt uppá undir rættarmálinum, at hann einki ólógligt hevði gjørt.
– Hvat havi eg gjørt, sum er ólógligt? Lisið yrkingar?, segði hann og vendi sær ímóti dómaranum.
Báðir teir ákørdu eru dømdir fyri at »birta undir hatur« og fyri at »birta til virksemi, ið hóttir trygdina hjá statinum«.
/ritzau/