Russiski ríkmaðurin Mikhail Prokhorov mælir nú sínum landsmyndugleikum til at seta evruna í gildi sum gjaldoyra í Russlandi heldur enn rubulin. Prokhorov sigur sambært blaðnum Moscow Times, at tað er púra burturvið, tá summir russiskir politikarar siga, at rubulin kann fáa týdning sum altjóða gjaldoyra.
Mikhail Prokhorov hevur stovnað ein høgrasinnaðan flokk og ætlar sær nú upp í russiskan politikk. Hansara mál er at røkka embætinum sum forsætisráðharri. Men samstundis vil hann binda Russland nærri hinum partinum av Evropa. Sambært Moscow Times ímyndar hann sær eitt "størri Evropa, sum skal toyggja seg frá Lissabon í vestri til Vladivostok í eystri".