Tað hendir, eftir at russisku myndugleikarnir hava kunngjørt, at Mc Donald's brýtur russisku matvørulógina. Maturin hjá fyritøkuni er heilt einfalt ikki nóg góður, siga russar.
Sambært bretska blaðnum Daily Mail hava russisku myndugleikarnir gjørt av at fara í rættin við Mc Donald's. Eitt nú vilja russar vera við, at ov nógv feitt er í matinum, og sambært blaðnum kann hetta enda við, at Mc Donald's fær forboð fyri at selja fleiri av sínum vørum í Russlandi.
Russar leggja dent á, at málið um matin hjá Mc Donald's hevur einki við stríðið um Ukraina at gera, men hesum ivast fleiri eygleiðarar í. Teir vísa á, at í 2008 var støðan millum Russland og USA spent orsakað av stríðnum um Georgia, og tá steðgaðu russar øllun innflutningi av víni og sodavatni úr Georgia.
Mc Donald's sigur í einari fráboðan, at fyritøkan hevur ongantíð havt nakrar trupulleikar við russiska matvørueftirlitinum fyrr, og at vørurnar hjá fyritøkuni lúka øll krøv hjá russisku heilsumyndugleikunum.









