Bjargingarfólk leita í húsaleivdum eftir russiskt dronuálop í Zaporizhzhia landspartinum í Ukraina. Mynd: State Emergency Service Of Ukraine/Reuters/Ritzau Scanpix

Russar dripið yvir 10.000 vanligar borgarar í Ukraina

Sambært ST eru yvir 10.000 sivilir ukrainar dripnir í krígnum

 

Bjargingarfólk leita í húsaleivdum eftir russiskt dronuálop í Zaporizhzhia landspartinum í Ukraina. Mynd: State Emergency Service Of Ukraine/Reuters/Ritzau Scanpix

Síðani Russland leyp á Ukraina 24. februar í fjør, hevur landið dripið yvir 10.000 vanligar ósekar borgarar í Ukraina. Tað vísa tøl frá ST mannarættindaskrivstouni sambært Reuters.

 

Umleið helvtin av teimum sivilu ukrainum, sum eru dripnir í krígnum seinastu tíðina, eru dripnir lagt burtur frá hermótunum.

Veruliga talið av deyðum verður mett at vera »munandi hægri«, men ein partur av andlátunum eru enn ikki endaliga staðfest og váttað.

Tað sigur ST mannarættindanevndin í Ukraina, sum hevur fleiri starvsfólk at halda eyga við støðuni í ymsum pørtum av landinum, skrivar Ritzau tíðindastovan.

10.000 fólk svarar til allar íbúgvarnar í Norðoyggjum, Fuglafjarðar kommunu og Eysturkommunu tilsamans.

 

 

Bjargingarfólk leita í húsaleivdum eftir russiskt dronuálop í Zaporizhzhia landspartinum í Ukraina. Mynd: State Emergency Service Of Ukraine/Reuters/Ritzau Scanpix