Russar byggja rúmdarhotell

Eitt russisk fyritøka, sum eitur Orbital Technologies, ætlar sær at lata eitt gistingarhús upp úti í rúmdini, og at teir fyrstu gestirnir kunnu fáa innivist har í 2016. Felagið sigur, at gongst sum ætlað, fer ferðin aftur og fram við uppihaldi í fimm dagar at kosta umleið fimm milliónir krónur.

Sergei Kostenko, sum er forstjóri í Orbital Technologies, sigur við russisku fjølmiðlarnar, at hotellið verður útgjørt við øllum teimum hentleikum, sum eitt hotell til múgvandi gestir eigur at hava.

Sjey fólk kunnu gista á hotellinum ísenn. Teir fara at sveima í vektloysi og fáa høvi til at eygleiða jørðina, sigur stjórin.