Býráðið í russiska býnum Sankta Pætursborg hevur givið oljufelagnum Gazprom loyvi til at byggja ein bygning, sum verður tann hægsti í Evropa. Bygningurin skal byggjast í útjaðaranum á býnum við Finsku Víkina.
Upprunaliga ætlaði Gazprom at byggja ein gott 400 metrar høgan bygning á sama staði, men mótmæli frá fleiri gjørdu, at ætlanin steðgaði fyri tveimum árum síðani. Nú hevur felagið broytt ætlanina, soleiðis at bygningurin verður meiri enn 500 metrar høgur og skal byggjast út stáli og glasi.
Tann nýggi bygningurin verður høvuðssæti hjá Gazprom, men hann skal eisini hýsa øðrum stórfyritøkum, matstovum, handlum og ymsum tænastufyritøkum.