Russar brenna gass sum teir ikki sleppa at selja

Eitt virki í Russlandi brennur hvønn dag nátúrgass fyri umleið 75 milliónir krónur.

Tað metir norska greiningarfelagið Rystad Energy sambært brteska miðlinum BBC. Brenningin fer fram á einum virki í ein útnyrðing úr Sankta Pætursborg.

Sambært BBC skuldi gassið annars verið útflutt til Týsklands.

Týski sendiharrin í Bretlandi sigur við BBC, at Russland brennir gassi, tí tey ongan hava at selja tað til.