Russar avsanna njósning

Russisku myndugleikarnir avsanna, at teir hava havt nakað samband við 10 fólk, sum eru tikin í USA og skuldsett fyri at hava njósnast fyri Russland. Talsmaðurin hjá russiska uttanríkisráðharranum, Sergej Lavrov, sigur, at amerikanska skuldsetingin er púra burturvið og minnir um Kalda kríggið.

Amerikanska løgreglan tók 10 fólk mánadagin í sambandi við skuldsetingina, og ein maður varð tikin afturat á Kýpros í gjár í sambandi við sama mál.

Amerikonsku fjølmiðlarnir siga, at maðurin varð tikin á flogvøllinum í býnum Larnaca, og at hann ætlaði sær til Budapest. Maðurin er latin leysur ímóti trygd, men amerikanararnir vilja hava hann útflýggjaðan.

Sambært løgmálaráðnum í Washington hava tey tiknu njósnast til frama fyri Russland í fleiri ár.