Russar ætla at flyta ukrainsk flóttafólk til Russlands

Bulent Kilic/AFP/Ritzau Scanpix

Ukrainar finnast at uppskotinum hjá Russlandi um at evakuera fólk úr fleiri ukrainskum býum.

Uppskotið er »fullkomiliga ómoralskt«, tí uppskotið hjá Russlandi er, at ukrainar skulu flytast til Russlands og Hvítarussland.

Tað sigur ein talsmaður fyri ukrainska forsetan. Talsmaðurin sigur, at borgarar eiga at hava møguleika at verða fluttir til ukrainsk øki.

Tað skrivar tíðndastovan Reuters.

 

 

Bulent Kilic/AFP/Ritzau Scanpix