Heimskendi gospelsangarin Russ Taff hevur seinnu árini tikið Føroyar til sín, og í august fer hann at syngja á Summar Festivalinum
Hansara fantastiska rødd hevur í nógv ár verið hugtikið fólk kring allan heim. Hann hevur vunnið eina langa røð av heiðurslønum fyri sínar útgávur. Og hann hevur inspirerað, uggað og glett fólk við sínum sangi.
Russ Taff telist millum mest virdu gospelsangarar í USA, og seinnu árini hevur hann fingið eitt serligt tilknýti til Føroyar og føroyingar. Hann hevur vitjað í Føroyum fleiri ferðir, hann hevur havt framførslur, og seinasta fløgan hjá honum, um fekk heitið Faroe Islands, er framleidd í Føroyum. Hendan fløgan er tilnevnd til tríggjar sonevndar Dove heiðurslønir, sum verða lætnar til gospeltónleik í USA á hvørjum ári.
Russ Taff hevur í nógv ár eisini verið ein av profilunum á Gaither konsertum, og blaðið Billboard Magazine hevur skrivað, at Taff hevur ein av teimum bestu røddunum í kristnum tónleiki yvirhøvur. Og hesa rødd sleppa føroyingar nú aftur at hoyra á føroyskum palli.
Í august vitjar Russ Taff aftur í Føroyum, og hann skal syngja á Summar Festivalinum í Klaksvík. Framførslan á Summar Festivalinum verður eitt natúrligt framhald av hansara samstarvi við føroyingar, og Russ Taff fer at syngja sangir av seinastu útgávuni hjá sær, Faroe Islands, umframt at hann eisini syngur aðrar góðar og kendar gospelsangir.
Hesum boðar Summar Festivalurin frá í dag.