G! Festivalurin kunnger í dag, at gospelsangarin Russ Taff trínur á pall á Gøtusandi í summar. Russ Taff hevur útgivið 11 útgávur sum solistur og 12 saman við The Imperials, samstundis sum hann hevur verið við á fleiri enn 35 útgávum við øllum møguligum artistum. Hann hevur fingið tríggjar Grammy virðislønir sum solistur og fýra tilsamans við The Imperials og Gaither Homecoming Friends. Saman við hesum seinastu, Gaither Homecoming Friends, hevur Russ óivað verið fastur gestur í mongum føroyskum sjónvarpsstovum seinastu árini við ógvuliga væl umtóktu filmsupptøkum teirra. Í 2007 fekk hann pláss í Christian Music Hall of Fame, har Elvis Presley, Keith Green, Hank Williams og Blind Boys of Alabama, millum onnur, eisini hava innivist.
Russ Taff var fyrstu ferð í Føroyum saman við The Imperials fyrst í nítiárunum og vitjaði aftur á G! Festivalinum í 2004. So væl umtókt var konsertin á G!, at hann árið eftir varð boðin aftur til Føroyar, og spældi hann tá fleiri ógvuliga vælumtóktar konsertir kring landið saman við Lyndu Randle. Tá ið hann fyrstu ferð spældi á G! Festivalinum varð ein bólkur við føroyskum tónleikarum samlaður við Jákupi Zachariassen á odda. Hesin leistur royndist so væl, at tað varð endurtikið til konsertirnar saman við Lyndu Randle og aftur í summar á G!
- Vit, hansara gomlu gospelvinir, gleða okkum at heilsa uppá Russ Taff aftur á G! Festivalinum 2009, sigur Jón Tyril, fyriskipari










