Russ Taff í Badmintonhøllini

Badmintonhøllin í Klaksvík var meir enn fullsett, tá ið Russ Taff saman við Vitanum og parti av Betestakórinum í gjár fyllti høllina við vøkrum sangi. Russ Taff er kendur í ymiskum høpi í USA, m.a. saman við Imperials og Bill Gater.

Hann hevur áður vitjað í Føroyum.

Russ Taff gjørdist so hugtikun av Føroyrum og føroysku tónleikarunum, hann hevur verið saman við, at hann gjørdi av at innspæla eina fløgu í Føroyum hjá Christoffer Mørkøre. Tað er hetta, sum nú er í umbúna, men hann hevur so tikið sær stundir til eitt hugnakvøld í Klaksvík.

 

Í kvøld sat Torkil Mørkøre aftanfyri tangentarnar, og óneyðugt var at fara yvir til USA at finna framúr góðan klaverleikara - hann býr í Klaksvík.

 

Jákup Zachariassen spældi steelguitar og hann er røstur uppum skýggini av Russ, sum heimsins besti steelguiterspælari.

 

Tá Betestakórið syngur frágera væl undir leiðslu av Árna Jacobsen - hví so fara so langa leið, sum til USA? Tað gerst eins gott í Badmintonhøllini í Klaksvík!!

 

Og Badmintonhøllin var eisini meir enn fullsett.