Føroyar hava gamla siðvenju fyri handilssambandi við Rusland. Heilt afturi í Sovjettíðini knýttu føroyingar handilslig sambond við hetta risastóra landið, ið gjørdist ein hin týdningarmesti sildamarknaður okkara. Í teimum kreppukendu fimtiárunum var hesin marknaður eitt høvuðsálitið hjá føroyskum útflytarum, sum funnu ein góðan og álítandi marknað í Sovjetruslandi og øðrum eystureuropeiskum londum. Nógv er broytt hesi árini síðan múrurin fall, men Rusland er framvegis ein marknaður við sera stórum møguleikum fyri føroyskar útflutningsfyritøkur.
Tað er tí av sera stórum týdningi at halda lív í sambandinum við henda stóra og týðandi marknað. Tað er tískil gott og áhugavert, at vit í hesum døgum hava vitjan av umboðum fyri russiskar fyritøkur og fyri hitt almenna Russland. Endamálið við vitjanini er at knýta fleiri og tættari bond millum fyritøkur í londunum. Hetta kann bert vera føroyskum vinnulívi at gagni og øll, sum hava eitt sindur av royndum innan handil og útflutingsvinnu vita, hvussu stóran týdning tað hevur persónliga at hitta áhugaðar keyparar og komandi samstarvsfelagar.
Tað er Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, ið hevur tikið stig til vitjanina, og hann sigur endamálið vera at menna samvinnu og vinnuligt samstarv millum føroyskar og russiskar fyritøkur. Í russiska ferðalagnum eru umboð fyri russiska vinnu, ein serfrøðingur í menning av fiskiídnaði og ein embætismaður av russisku sendistovuni í Keypmannahavn. Meðan ferðalagið er í Føroyum, fær tað høvi at hitta umboð fyri føroyskar vinnufyritøkur, ið hava hug at byrja samvinnu við russiskar fyritøkur ella styrkja og menna samstarv, ið longu er. Gestirnir fara á fund við umboð fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag. Eisini verður vitjað í havnum, har samvinna longu er við russar. Fundur verður harumframt við landsstýrismannin í vinnumálum, eins og løgmaður fer at nýta høvið at heilsa upp á gestirnar. Vinnumálaráðharrin leggur dent á týdningin av Ruslandi sum útflutningsmarknað.Vakstrarmøguleikarnir eru stórir, tí í Russlandi búgva næstan 150 milliónir fólk. Har er nógv at fara eftir hjá dugnaligum fyritøkum. Lykilin er at finna góðar samstarvsfelagar, sigur vinnumálaráðharrin.
Tað er einki at ivast í, at føroysk vinna hevur nógv áhugavert at bjóða Ruslandi. Vit hava hentleikar í okkara havnum, vit hava tær vørur, ið skipunum tørvar og vit eru millum tey fremstu, tá talan er um framkomna og dygdargóða fiskivinnutøkni. Hvat kunnu vit so við fyrimuni keypa úr Ruslandi? Svarið hjá Vinnumálaráðnum er t.d. olja, sum vit ivaleyst við stórum fyrimuni kunnu innflyta úr Ruslandi. Rusland er eisini áhugavert í ferðavinnuhøpi og sum onnur dømi um samstarv verður nevnd havgransking sum eitt upplagt evni. Tað er at vóna, at vitjanin hjá russisku sendinevndini fer at føra til øktan samhandil og økt samstarv millum risaveldið fyri eystan og lítla oyggjalandið í útnorði. Russiski aðalkonsulin í Føroyum hevur gjørt eitt megnar arbeiði fyri at knýta bond, og aðrir hava fylgt eftir.









