Ruskspannin futtaði av

Kemiskur løgur helst orsøk til eldin í sethúsum í Klaksvík

 

Klaksvík: Hóskvøldið um hálvgum seks tíðina vóru boð eftir sløkkiliðnum í Klaksvík.

Orsøkin var, at eldur var í køkinum í einum sethúsum við Stoksoyrarvegin.

Tað vísti seg, at eldur var komin í ruskspanninum undir borðinum í køkinum, men talan var ikki um álvarsaman eld. Ruskspannin var tikin út úr húsunum, og so var søgan um eldin av.

Hinvegin hevði eldurin sett hol á vatnslangurnar undir borðinum, og vatnlekin gjørdi nakað av skaða. Sløkkiliðið hevur tól til at taka vatn upp við, og tað varð brúkt í húsunum.

Í ruskspannini vóru onkrir kemiskir løgir, sum eru illgruna fyri at verða orsøkin til eldin.