Nakrir ungir dreingir sluppu við skrekkinum í gjárkvøldið um 22 tíðina, tá teir koyrdu galið á Nesvegnum í Vági.
Óhappið hendi, tá bilurin, sum koyrdi framman fyri dreingirnar, koyrdi á ein ruskposa, sum lá á vegnum. Posin flýgur upp um bilin og aftur ímóti bilinum, sum dreingirnir koyrdu í. Førarin gjørdist skakkur, tá hann sá eitthvørt koma ímóti bilinum, og stýrdi undan. Hann misti av hesum tamarhaldið á bilinum og endaði úti í autoverjuni.
##med2##
– Dreingirnir hava tað tíbetur gott, skriva avvarðandi hjá dreingjunum á Facebook, har tey heita á tann, ið posarnar eigur, at stíga fram og taka ábyrgd.
Í postunum var gomul glasull – og aðrir posar við slíkari glasull eru funnir á ruskplássinum í Vági og í Trøllavík.
Uppslagið á Facebook kann lesast HER