Jógvan Arge
býráðslimur
Tórshavnar Kommuna hevur brúkt tíggjutals milliónir til spronging og útgrevstur á Glyvursnesi.
Grót í túsundtonsatali er flutt haðani til havnarbygging í Havn seinastu 20 árini. Burtur úr er komið eitt alstórt slættað lendi, sum svarar til fleiri traðir í stødd.
Víst er eitt ávíst beni í lendinum, men inni í brotinum eru nógvir møguleikar, sum byggjast kann á.
Skala bara nevna, at vit hava havt ilt við at finna eitt stað, har tú kanst hava ítróttavøll til frælsan ítrótt. Vit hava í áravís leitað eftir lendi til eina koyribreyt ella hálkubreyt uttan at koma mál.
Tílíkt átti at verið umhugsað á Glyvursnesi saman við øðrum meiri spennandi møguleikum, tí bara hugflogið setir mørk.
Á Vaglinum røkkur hugflogið ikki longur enn til at brúka hetta dýrkeypta stað til ruskpláss.
Tekniska fyrisitingin hevur áhaldandi ? óivað eftir ordrum - mælt heilsu- og umhvørvisnevndini til at gera nýtt tyrvingarpláss á Glyvursnesi og fylla hendan Føroya størsta og dýrasta útgrevstur upp aftur við tí, sum ikki kann má brennast á Hjalla.
Heilsu- og umhvørvisnevndin helt eitt sindur ímóti og bað í fyrsta umfari um alternativ uppskot. Men úrslitið var tað sama. Mælt varð til at gera tyrvingarpláss í grótbrotinum á Glyvursnesi, og meirilutin í nevndini tók undir.
Kvinnurnar í nevndini eru kortini ikki so sannførdar sum menninir. Beata L. Samuelsen mælir frá ætlanini og tað sama ger Hildur Eyðunsdóttir við einum kravi um, at málið kemur fyri býráðið.
Tað er ikki neyðugt at dylja, at tær eru ikki einsamallar um at ivast í ætlanunum.
Kirkjubøar Kommuna leggur saman við Tórshavnar Kommunu 1. januar. Fáur mundi rokna við, at fyrsta stigið í hesum samarbeiði skuldi verða stovnan av ruskplássi í tí hugnaliga haganum hjá kirkjubømonnum, sum argjafólk og havnarfólk alt meir eru farin at brúka sum rekreativt øki.
Málið kemur til viðgerðar á býráðsfundi hósdagin. Líkt er til, at hann endar við eini princippsamtykt um at leggja grótbrotið á Glyvursnesi av til ruskpláss.
Tað er bæði synd og skomm fyri nýtsluna av Glyvursnesi í framtíðini og ikki minst fyri tey, sum skula tola alla burturkoyrsluna út á Glyvursnes so at siga ígjøgnum túnið hjá sær í áratíggjur fram í tíðina.