Ruskinnsavning í Tórshavnar kommunu

Seinastu vikurnar hava fleiri fjølmiðlar vent sær til Tórshavnar kommunu við fyrispurningum um ruskinnsavningina í kommununi. Vit vilja tí gera tykkum kunnug við treytirnar, sum húsarhaldini í Tórshavnar kommunu skulu lúka, fyri at fáa ruskið beint burtur.

TÍÐINDASKRIV

Tær eru hesar:

Tórshavnar kommuna ger við hesum øll húski í kommununi kunnug um reglugerð um ruskinnsavning, sum er sett í gildi av Arbeiðseftirlitinum í 1994 og seinast broytt í 2000.
Posin til húsarhaldsburturkast skal standa stytstu leið millum hús og ruskbil, t.v.s. við ta síðu á húsinum, sum ruskbilurin kemur til.

Posin til húsarhalds-burturkast kann viga
?Er frástøðan millum ruskbil og posa í mesta lagi 3 metur, kann posin í mesta lagi viga 40 kg.
?Er frástøðan millum ruskbil og posa í mesta lagi 30 metur, kann posin í mesta lagi viga 25 kg
?Er frástøðan millum ruskbil og posa størri enn 30 metur, kann posin í mesta lagi viga 20 kg
?Eitt trappustig er at rokna sum ein metur.

Økið millum ruskílat
og ruskbil
?Økið skal vera slætt og fast, uttan at vera hált. t.d. eru flísar, asfalt og grús vælegnað
?Hurðar, portur, e.l. skulu kunna standa opin og vera so breið og høg, at flutningur kann fara fram uttan ampa.
?Økið skal vera ljóst reint og ruddiligt.
?Økið skal vera ruddað fyri kava og hálku.
?Ruskílatið má ikki vera brotið
?Burturkastið má ikki koyrast leyst í posan, men skal vera innballað ella í einum plastposa. Hartil skal burturkast sum blæur, bind o.l. altíð vera í afturlatnum plastposa, áðrenn tað verður koyrt í ruskposan.
?Ruskposin má ikki ovfyllast. Posin er at rokna sum fullur, tá ið 20 cm eru eftir upp til kantin.
?Ruskposin skal ikki vera skræddur

Í posan til húsarhaldsburturkast kann koyrast
?Bert húsarhaldsburturkast má koyrast í posan

Í posan til húsarhalds-burturkast kann ikki koyrast
?vandamikið burturkast
?urtagarðsburturkast
?burturkast í sambandi við bygging ella umbygging
?knívar og onnur hvøss ting. Hesi skulu latast ruskinnsavnarunum fyri seg.

Fyri at posin skal verða heintaður, skulu hesar treytir fylgjast. Verður posin ikki heintaður, fær húskið seðil við fráboðan um orsøkina. Í ivamálum ella um serlig viðurskifti gera seg galdandi, kann borgarin venda sær til Tórshavnar Kommunu.