Ruskinnsavnarar stinga seg av nálum

Tað er til stóran ampa hjá ruskinnsavnarum hjá IRF, at fólk koyra nálir í ruskposan, uttan at pakka tær inn. Ongin veit, um nálirnar bera HIV smittu, ella aðra smittu við sær.

- Tað er til stóran ampa fyri ruskinnsavnarar hjá IRF, at fólk koyra nálir í ruskposararnar, uttan at pakka tær inn.

 

Tað sigur Roar Heini Olsen, rakstrarleiðari hjá IRF.

 

Hann sigur, at tað kemur fyri av ov á at ruskinnsavnarar stinga seg av nálum, sum eru í ruskposunum.

 

- Men hóast tað ikki er so ofta, at tað hendir, elvir tað til stóran ampa hjá ruskinnsavnarunum, hvørja ferð, tað hendir, tí teir vita ikki, hvat nálin er brúkt til.

 

Men í seinastuni eru fleiri dømi um, at ruskinnsavnarar hava stungið seg av nálum, sum sjúklingar  við diabetis hava brúkt.

 

Tískil mugu teir til lækna at verða kannaðir og fáa viðgerð.

 

Roar Heini Olsen sigur, at eitt dømi er um ein ruskinnsavnara, sum stakk seg av eini nál og fingurin fór at stívna og hann mátti beinanvegin til lækna til viðgerar.

 

Talan er ofta um nálir, sum fólk við diabetis brúka. Men talan er eisini um nálir at sproyta seyð og onnur húsdjór við.

 

- Men tað er heldur ikki til at vita um nálir kunnu føra til HIV smittu, ella aðra smittu.

 

- Tí elvir tað til rættiliga stóran ampa hjá teimum ruskinnsavnarum, sum stinga seg, til teir hava verið hjá lækna og eru settir í viðgerð og hava fingið úrslitið av royndum.

 

Rakstrarleiðarin hjá IRF sigur, at talan er ikki bara um tað, at nálir verða koyrdar í vanligan posa.

 

Tær verða eisini koyrdar í posan við vandamiklum burturkasti, uttan at tær eru pakkaðar inn, og so hendir tað seg, at fólk hjá IRF stingur seg, tá ið teir skilja burturkastið.

 

IRF heitir í hesum sambandi á fólk, sum fáa sproytur á apotekinum, um samstundis at keypa sær íløt at koyra sproyturnar í.

 

- Apotekið hevur serlig íløt til sproytur og hjá teimum, sum fáa sproytu fyri diabetis, telur tað við í tilskotinum, tey fáa til heilivágin.

 

Roar Heini Olsen leggur afturat at tað eru ikki bara sproytur, sum elva til ampa.

 

Tað hendir seg eisini, at ruskinnsavnarar stinga seg av glasi ella øðrum hvøssum lutum, sum verða koyrdir í ruskposan, uttan at tað er pakkað nóv væl inn.

 

- Eru innsavnararnir hepnir, stinga teir seg í lærið, táið teir taka posan úr haldaranum. Eru teir óhepnir, kunnu teir meiðslað seg illa í ryggin, tá ið teir syfta possan upp á ryggin.

 

Tað hevur tískil stóran týdning, at fólk ansa sær, tá ið tey koyra hvast í ruskposan, sigur Roar Heini Olsen.    

 

Myndin er av skiljiborðinum hjá IRF, har nógvar sproytur liggja ímillum gomul battarí og tað er rættiliga vandamikið hjá teimum, sum skilja.