Eftir at rithøvundin Salman Rushdie gav út bókina Satanisku Ørindini 1988, fekk hann ein sonevndan fatwa-dóm hangandi yvir høvdið. Tað var iranski leiðarin Ayatollah Khomeini, sum heitti á einhvønn, sum hevði møguleikan til tað, at gera av Rushdie. Á einari bókastevnu í Wales nú um dagarnar tosaði Salman Rushdie um truplu árini við hóttandi deyðadóminum.
- Eg varð noyddur at skilja, hvat tað var, sum eg stríddist ímóti, og hvat eg stríddist fyri, segði Rushdie, sum takkaði teimum mongu, sum høvdu hjálpt honum og stuðlað honum í truplu tíðini.